- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri doyggja av krabbameini Føroyum enn í hinum Norðurlondunum
Fleiri føroyingar doyggja av krabbameini samanborið við onnur Norðurlond.
Tað vísir kanning, sum er komin út í tíðarritinum "International Journal of Cancer."
- Tølini eiga at verða kannað nærri, og politiski myndugleikin eigur at sera fleiri átøk í krabbameinsætlanini í verk, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari.
Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari.
Hann vísir á, at í Danmark eru serligir lógarpakkar í sambandi við krabbamein, men slík politisk átøk eru ikki í Føroyum.
Kanningin vísir m.a, at fleiri kvinnur, sum hava krabbamein í eggrótini, og menn, sum hava lungnakrabba, doyggja í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: