Hækka fráfaringaraldurin hjá starvsfólkunum

Hækka fráfaringaraldurin hjá starvsfólkunum
Fuglafjarðar kommuna vil fylgja rákinum um hægri fráfaringaraldur og at geva teimum, sum vilja tað, møguleika at arbeiða longur
Fuglafjørður.
 
23.02.2023 - 14:58

Fuglafjarðar býráð fer í kvøld at viðgera spurningin um fráfaringaraldur hjá starvsfólki í kommununi.

Ætlanin er at hækka fráfaringaraldurin úr 67 upp í 70 ár.

Kommunan vil fylgja rákinum um hægri fráfaringaraldur og at geva teimum, sum vilja tað, møguleika at arbeiða longur.

- Tað eru nógv fólk í hesum aldrinum, sum eru væl fyri, og í kommununi hava vit nógv størv, sum hóska seg væl til eldri fólk, sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541