Sinnisbati biður um dupult so stóra játtan

Sinnisbati biður um dupult so stóra játtan
Felagið sigur, at stórur samfelagsligur tørvur er á at økja virksemið hjá felagsskapinum
Í 2020 brúktu 265 fólk ráðgevingina hjá Sinnisbata, og tey vóru 304 í 2021. (Savnsmynd)
 
27.02.2023 - 08:18

Sinnisbati biður um næstan dupult so nógvar pengar frá landinum í brævi til fíggjarnevndina, sum viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023.

Sinnisbati biður um 400.000 kr., so játtanin í fíggjarlógini fer upp í 850.000 kr.

Felagið sigur, at stórur samfelagsligur tørvur er á at økja virksemið hjá felagsskapinum. 

Høvuðsvirksemið hjá Sinnisbata er at veita ráðgeving og kunning um sálarsjúkur, viðgerðartilboð og tænastur á psykiatriska økinum, og skipa fyri sjálvhjálparbólkum og upplýsandi tiltøkum og átøkum.

Tørvurin veksur, sigur Sinnibati, og fleiri ítøkilig tilboð og átøk eru sett í verk seinastu árini.

Í 2020 brúktu til dømis 265 fólk ráðgevingina hjá Sinnisbata, og tey vóru 304 í 2021.

Sinnisbati sigur, at skal felagsskapurin nøkta allan tørv og eftirspurning, er neyðugt at hækka játtanina fleiri milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751