Veðrið: Hátrýstið yvir Føroyum heldur lágtrýstini burtur frá okkum

Veðrið: Hátrýstið yvir Føroyum heldur lágtrýstini burtur frá okkum
Í hesum døgum hava vit gott og støðugt veður. Tað er eitt máttmikið hátrýst beint sunnan fyri okkum, sum stendur fyri tí.
 
27.02.2023 - 18:20

Talan er um vanligt hátrýstveður, tó at tað eisini verður skýggjað viðhvørt.

Hátrýstið legði seg yvir Skotland leygardagin, og síðan tá er lufttrýstið farið upp í 1039 hPa, og næstu dagarnar 1044 hPa, meðan tað nærkast Føroyum.

 

Ringa veðrið er vestanfyri

Í Atlantshavinum í ein útsynning og vestan úr Føroyum er veðrið als ikki so gott sum her hjá okkum. Eitt sera djúpt lágtrýst, 960 hPa, er á veg ímóti Suðurgrønlandi og har sum tað ferðast, verður tað stormur við ódnarhvirlum, áðrenn tað fer norður við vesturstondini. Eftir tað minkar mátturin í tí.

 

Veðurkort av norðurhøvum - forsøgn fyri seint í kvøld. Hátrýst hevur lagt seg yvir bretsku oyggjarnar og Føroyar. Langt er ímillum javntrýstlinjurnar á okkara leiðum, tí er lítil vindur. Langt vestanfyri sæst eitt sera djúpt lágtrýst við nógvum vindi og regni, sum ikki kemur hendaveg. Tíbetur forðar hátrýstið hesum. Mynd: Andrias Gregoriussen, Veðurstova Føroya

 

Látrýstini fara framvið Føroyar

Nýggj stormlágtrýst fara støðugt at ganga yvir vestara parti av útnyrðingspartinum av Atlantshavi, men leiðin er ikki tann vanliga í landnyrðing ímóti Føroyum ella Íslandi.

Tað kunnu vit takka tí máttmikla hátrýstinum.

Sum viðurskiftini í lufthavinum eru í løtuni, er stórur munur á luftnøgdunum, sum trýsta á hvørja aðra, tí er stórur munur á há- og lágtrýstum alla vikuna. Heldur hetta sær, so kunnu vit vænta gott og støðugt veður heilt til vikuskiftið. 

 

Bíðistøðini, har lágtrýstini halda til, ið hvussu so er fyribils.

 

Seinasta veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya, galdandi til týskvøldið, sigur: 

Lítið lot av útsynningi, smáskýggjað ella skýggjað og turt. Hitin um dagin 7 til 9 stig, um náttina niður í 3 stig.

 

Kelda: Veðurstova Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101