Veðrið: Góðveðrið heldur sær til vikuskiftið

Veðrið: Góðveðrið heldur sær til vikuskiftið
Hátrýstið, ið hevur hildið lagtrýstunum burtur frá Føroyum, er farið at flyta seg og tí kunnu vit vænta kaldari veður um vikuskiftið.
 
28.02.2023 - 17:30

Síðan leygardagin hevur veðrið hjá okkum verið gott og støðugt. Hátrýstið yvir Skotlandi er hesum fyri at takka. Hetta hátrýst er máttmikið, 1040 hPa, og tað hevur hildið øll stormlágtrýstini burtur frá Føroyum, samstundis sum vit hava ligið í einum lýggjum luftráki.

Men alt hevur sína tíð. Tað sær soleiðis út, at hátrýstið er farið at ganga norðureftir og í útnyrðing. Um vikuskiftið fara Føroyar tí at liggja í teirri køldu síðuni á hátrýstinum. Tað fer at kølna nøkur stig, og um forsøgnirnar halda, so fara vit at fáa vetrarligar ælingar og eitt hitalag, sum er undir frostmarkinum um náttina.

 

Luftin melur rundan um eitt hátrýst við klokkuni, og hyggja vit eftir myndini, so síggja vit, at vestan fyri miðjuna á hátrýstinum rekur lýggj luft sunnaneftir (tann reyði pílurin), meðan køld luft rekur norðaneftir eystan fyri miðjuna (tann blái pílurin). Tí kalla veðurfrøðingar hetta fyri ta heitu síðuna og ta køldu síðuna á hátrýstinum, ávikavist.

 

Kaldari um vikuskiftið

Luftrákið av útnyrðingi fer, sum tað tað sær út í løtuni, at byrja fríggjadagin, men teir vetrarligu ælingarnir koma ikki fyrr enn seint leygardagin ella sunnudagin.

 

 

Kortið omanfyri vísur eitt boð uppá hvussu veðrið fer at vera fríggjadagin. Køld luft sást koma norðaneftir. Aðrar forsagnir meta, at kuldin ikki kemur fyrr enn í vikuskiftinum.

Áðrenn vit fara so langt fram, so kunnu vit gleða okkum til veðrið í morgin, mikudagin:

Eitt sindur kalt um morgunin, men sum líður á fyrrapartin fer sólin at síggja í flestu støðum kring landið. Sólsetur er klokkan 17.47, og møguleikin er fyri einari góðari løtu tá, við klárum lofti.

Kelda: Veðurstova Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308