Almannaverkið sigur níggju fólkum úr starvi

Almannaverkið sigur níggju fólkum úr starvi
Uppsagnirnar raka størv í fyrisitingini og ávirka tí ikki tænasturnar til borgararnar beinleiðis
Níggju fólk í fyrisitingini í Almannaverkinum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn
 
09.09.2013 - 13:00

Almannaverkið hevur givið níggju starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn, tí stovnurin tillagar og umraðfestir sítt virksemi. Uppsagnirnar raka størv í fyrisitingini og ávirka tí ikki tænasturnar til borgararnar beinleiðis.

Játtanin til Almannaverkið í 2014 verður tann sama sum í 2013, og nú borgaratænasturnar eru uppraðfestar, mugu onnur økir niðurraðfestast, so stovnurin kann halda játtanina. Við uppsagnunum slepst undan eini meirnýtslu upp á 3,3 mió. kr. í 2014, sigur virkandi stjórin, Eyðun Mohr Hansen, í tíðindaskrivi.

Krevja færri starvsfólk

Uppsagnirnar raka í høvuðsheitum økir, sum í dag krevja færri starvsfólk enn áður, tí tøknin er ment, og tí lógarverkið er broytt soleiðis, at tørvur er á færri fólkum at umsita tað, sigur Eyðun Mohr Hansen.

Uppsagnirnar eru eisini ein liður í at laga stovnin til nýggjar tíðir. Í sambandi við umskipanirnar í Almannaverkinum hevur fleiri ferðir verið boðað frá innanhýsis, at umskipanirnar fóru at hava við sær tillagingar í virkseminum. Tillagingin er sostatt partur av teirri gongd, sum hevur verið í umbúna. sigur virkandi stjórin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV