Trygd 15 milliónir í avlopi fyri skatt

Trygd 15 milliónir í avlopi fyri skatt
Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu 14,8 mió. kr. í 2022, og vóru tilsamans 155 mió. kr.
Trygd hevur kunngjørt ársroknskapin fyri 2022.
 
10.03.2023 - 14:22

Ársúrslitið hjá tryggingarfelagnum Trygd var eitt avlop upp á 15,2 mió. kr. fyri skatt í fjør. 

Talið á fráboðaðum skaðum hevur verið umleið tað, sum var væntað við ársbyrjan í fjør, og harafturat hevur árið verið merkt av inntøkuvøkstri. Avlopið eftir skatt var 12,5 mió kr. 

Til samanberingar var úrslitið í 2021 1,7 mió kr. í halli.

- Orsøkin til stóra munin millum úrslitini er, at 2021 var merkt av lutfalsliga stórum skaðum og stórum endurgjøldum, meðan skaðarnir í 2022 vóru á einum meira vanligum stigi, sigur Trygd í skrivi sent miðlunum í dag.

Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hjá Trygd hækkaðu 14,8 mió. kr. í 2022, og vóru tilsamans 155 mió. kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342