- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marka oljutangar í Fuglafirði

Herfyri vóru trupulleikar av oljulukti í Fuglafirði, og kommunan mátti heita á borgarar í ávísum økjum um at kanna, um tangin lak.
Kommunan hevur eisini staðfest oljulekar á fjørðinum.
Tí hevur kommunan nú avgjørt, at til tess at fyribyrgja dálking frá oljutangum, mugu allir oljutangar í kommununi skrásetast, eisini eldri oljutangar.
Allit tangar í kommununi verða tí nú markaðir og teknaðir á talgilda kortið hjá kommununi.
Við at útfylla eitt skrásetingarskjal kunnu fuglafirðingar eisini hjálpa til, so teirra oljutangi verður skrásettur.
Í teimum førum, har tangar ikki eru skrásettir við hesum átaki, fer kommunan at seta seg í samband við eigaran av matriklinum.




























