Hópurin móti Luksemborg tikin út

Hópurin móti Luksemborg tikin út
Hjálparvenjarin hjá føroysku landsliðskvinnunum í fótbólti, Svenn Olsen, hevur úttikið 22 spælarar til venjingardystirnar, sum Føroyar skal spæla ímóti Luksemborg í apríl
Jensa Tórálvsdóttir er ein av 22 úttiknum spælarum til dystirnar ímóti Luksemburg
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
19.03.2023 - 19:51

Føroysku landsliðskvinnurnar hava júst fingið nýggjan landsliðsvenjara, men Signe Pries Andersen tekur ikki við starvinum fyrrenn 1. juni, og tí er tað Svenn Olsen, sum hevur ábyrgdina, tá Føroyar spæla tveir venjingardystir ímóti Luksemborg 5. og 8. apríl.

Hann hevur tikið 22 spælarar út til dystirnar. 19 spæla í Føroyum, meðan tríggjar spæla uttanlands. Julia Naomi Mortensen og Jensa Tórálvsdóttir spæla í Danmark, og Ásla Johannesen er nú í Svøríki.

Venjingardystirnir eru liður í fyrireikingini til fyrstu Nations League-kappingina fyri kvinnulandslið, sum fer av bakkastokki í heyst. Lutakastið verður 2. mai.

Føroyski hópurin:
Margit Kwao, 07 Vestur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36 Tórshavn
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Jensa Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q (Danmark)
Sarita Maria Mittfoss, HB Tórshavn
Sunneva Willemoes, HB Tórshavn
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Rúna Olsen, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083