ES-tiltøkini móti Føroyum ávirka ikki ratingina

ES-tiltøkini móti Føroyum ávirka ikki ratingina
Moody’s metir, at føroyski búskapurin er nóg sterkur at standa í móti tiltøkunum hjá ES. Víst verður á, at makrelur og sild longu verða seld á marknaðum uttan fyri ES
 
11.09.2013 - 07:45

Boykottið hjá ES fekk ikki kredittmetingarfyritøkuna Moody´s at geva Føroyum eitt verri skoðsmál, eina verri rating, enn Føroyar høvdu. Moody´s kunngjørdi í gjár, at Føroyar varðveita somu rating sum seinastu tvey árini. Hon er Aa3, men við negativum útlitum. Aa3 er fjórð hægsta ratingin hjá Moody´s av 21 møguligum.

Moody’s metir, at føroyski búskapurin er nóg sterkur at standa í móti tiltøkunum hjá ES. Moody’s sigur, at makrelur og sild longu verða seld á marknaðum uttan fyri ES. Trýstið á prísin er avmarkað. Harafturat eru kvoturnar størri enn áður. Men útlitini eru tó negativ.

Tolir ikki størri skuld

Óvist er, um ES-tiltøkini verða víðkað til eisini at umfata laks. Landskassin tolir ikki størri skuld, um inntøkurnar frá fiskivinnuni svíkja. Føroyar hava hall í fíggjarlógini, og landsstýrið væntar ikki avlop fyrr enn í 2016.

Tá hugsað verður um óvissuna um boykoyttið hjá ES, heldur Moody´s tað neyvan vera sannlíkt í løtuni, at ratingin hjá Føroyum hækkar. Men javnvág í fíggjarlógini og støðugt minni skuld kunnu fáa ratingina uppeftir. 

Endurskoða skoðsmálið

Fyri einum mánaði síðani boðaði Moody´s frá, at hon var farin at endurskoða skoðsmálið hjá Føroyum fyri at vita, um Føroyar skuldu fáa eitt verri skoðsmál, eina verri rating, enn Føroyar høvdu, tí ES tá hótti Føroyar við handilsforðingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173