Danir í døpurhuga

Danir í døpurhuga
Stórtalentið, Rasmus Højlund, skoraði tvey mál fyri Danmark í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin mistu danir alt, tá Kasakstan við trimum málum ímóti ongum vendi dystinum
Danski liðskiparin, Simon Kjær, ikki sørt nipin eftir tapið fyri Kasakstan
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.03.2023 - 17:33

"Gigantisk fiasko", "Dansk nedtur" og "Danmark taber sensationelt". 

Donsku bløðini eru ikki blíð við danska fótbóltslandsliðið, sum seinnpartin tapti 3-2 í EM-undankappingardystinum ímóti Kasakstan. 



Alt gekk annars eftir vild hjá dønum fyri steðgin, tá stórtalentið, Rasmus Højlund, við tveimum málum gav Danmark eina at síggja til trygga leiðslu. 

20 ára gamli framherjin úr Atalanta skoraði hattrikk á heimavølli í 3-1 sigri á Finnlandi hósdagin, og hann var eins væl upplagdur í Astana.



Bæði danir og kasakar vóru sum hamskiftir í seinna hálvleiki. Baktiyor Zainutdinov minkaði um munin í 73. minutti, tá dómarin dømdi eitt ivasamt brotsspark. Fýra minuttir fyri leiklok javnaði Askhat Tagybergen við langskoti, og tríggjar minuttir seinni gjørdist Abat Aimbetov hetjan á heimavølli, tá hann skoraði til 3-2.

 

Danski venjarin, Kasper Hjulmand, danski spælararhópurin, og ikki minst donsku viðhaldsfólkini vóru vónbrotin av snópisliga tapinum í Astana, og danskir miðlar eru heldur ikki blíðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083