Bárður á Reynatrøð fær sín fyrsta landsdyst

Bárður á Reynatrøð fær sín fyrsta landsdyst
Víkingamálverjin stendur í málinum hjá A-landsliðnum fyri fyrstu ferð í venjingardystinum ímóti Norðurmakedónia. Sjey broytingar eru á liðnum í mun til dystin ímóti Moldova
Bárður á Reynatrøð fær sín fyrsta dyst fyri føroyska fótbóltslandsliðið
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
27.03.2023 - 15:36

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur gjørt ikki færri enn sjey broytingar í start 11 undan dystinum móti Norðurmakedónia, samanborið við liðið, sum byrjaði í EM-undankappingardystinum móti Moldova fyri trimum døgum síðani, skrivar FSF.

Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Hanus Sørensen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, og liðskiparin, Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Rene Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic og Ári Mohr Jónsson, og fremsti maður verður Pætur Petersen.

Á bonkinum sita Mattias Heðinsson Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk, Andrias Edmundsson, Daniel Johansen, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Gilli Sørensen, Noah Mneney, Mads Boe Mikkelsen, Meinhard Egilsson Olsen, Patrik Johannesen, Klæmint Andrasson Olsen og Páll Klettskarð.

Venjingardysturin millum Norðurmakedónia og Føroyar verður floytaður í gongd klokkan 18:00 lokala tíð í Skopje, sum er klokkan 17:00 í Føroyum. Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083