Nýggj eftirløn ávirkar eisini ítróttin

Nýggj eftirløn ávirkar eisini ítróttin
Nýggja eftirlønarlógin, sum kemur í gildi tann 1. januar í 2014, fer eisini at ávirka virksemið í føroyskum ítrótti
 
11.09.2013 - 22:47

Frá 1. januar 2014 skulu øll starvsfólk í umsitingini, venjarar og leikarar, sum fáa løn frá føroysku ítróttafeløgunum, rinda eftirløn av inntøkuni.

Hetta merkir, at eftir árslok hava øll ítróttafeløg skyldu at flyta eftirlønargjald hjá løntakara. Talan er um eftirløn av bæði A- og B inntøku. Eftirlønargjaldið skal rindast um afturhaldsskipanina hjá TAKS, samstundis sum lønin verður flutt.

Løgtingið samtykti í vár eina nýggja eftirlønarlóg, sum áleggur øllum borgarum millum 21 ár og fólkapensjónsaldur at spara saman til egna eftirløn.

Kravda eftirlønargjaldið fevnir eisini um ungdómsvenjarar, dómarar og onnur, ið eru fevnd av ítróttafrádráttinum, ið er ásettur at vera 30.000 krónur um árið.

Í eftirlønarlógini er ásett, at eftir 1. januar 2014 skal í minsta lagi eitt prosent av inntøkuni rindast til eftirløn. Tað merkir, at fær ein persónur 5.000 krónur í løn frá einum ítróttafelagið um mánaðin, skulu 50 krónur rindast til egna eftirløn.

Síðani hækkar eftirlønargjaldið eitt prosentstig árliga til 15 prosent í 2028. Hetta merkir ítøkiliga, at í 2015 hækkar bundna eftirlønargjaldið til 2 %, í 2016 til 3 % , í 2017 til 4 % o.s.fr. fram til 2028.

Tað eru ikki allir føroyingar, sum í dag hava eina eftirlønarskipan. Eftir árslok er tað ein skylda hjá øllum at stovna eina eftirlønarkontu, sum eftirlønargjaldið skal rindast til, tá ið ein borgari fær eina inntøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981