Útilív: Nær kanst tú fara í hagan?

Útilív: Nær kanst tú fara í hagan?
Í nýggju náttúrusendingini Útilív fært tú bæði góð ráð og henta kunning til næsta fjalltúrin. Sum til dømis, nær tú eigur at vera eyka varin, um tú fert ein túr í hagan.
Skírishóskvøld vísa vit fyrsta partin av nýggju náttúrusendingini Útilív. Fyrsti partur snýr seg um tjalding. Hvat skal til, og hvar kanst tú fara?
Mynd: Jónfinn Stenberg  
 
05.04.2023 - 15:12

Nær kanst tú fara í hagan? Ja, fyri uttan, at tú mást spyrja um loyvi, so er sjáldan nakar trupulleiki at fara sær ein túr í hagan í Føroyum.

Kortini eru nøkur serlig tíðspunktir á árinum, har flestu hagapartar í Føroyum helst vilja, at fólka halda seg burtur.

Tað veri seg til dømis í lembing, fjallgongu, í bútíðini hjá heiðafugli og í haruskjótingartíðini: 

NET_NAERIHAGAN_050423

 

Útilív: nýggj náttúrusending

Summarið nærkast, og nógv gleða seg til feriur í heitari londum. Men hjá teimum, ið ikki ætla sær so langa leið í summar, er ein rúgva av upplivingum, sum bíða eftir teimum beint her í Føroyum.

Gongutúrar í haganum, tjalding ella sílaveiða kann vera minst líka minnisríkt fyri  familjuna sum túrar til Mallorka. Og so er útilívið gott fyri bæði kropp og sinn.

Men hvussu gert tú? Hvat skal til, og hvar kanst tú fara? Hetta er sjálvandi ikki so lætt at byrja við, men í trimum sendingum fara vit at vísa á ymiskar mátar at njóta útilívið.

 

"Tjalding for beginners" 

Fyrsti partur er á skránni skírishósdag kl. 20, og hann snýr seg um at tjalda. 

Hvar kanst tú fara, nær kanst tú fara í hagan, og hvat skal tú hava við? Í fyrsta parti gongur leiðin í hagan, har tjaldið verður sett upp. 

Fyrsti partur er tøkur á heimasíðu okkara longu nú. Tú sært hann her.

 

 
reypv2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375

Meira um sama evni