Føroyar og Bretland samd um fisk

Føroyar og Bretland samd um fisk
Føroyar og Bretland eru vorðin samd um sínámillum fiskirættindi í ár.
Føroyingar sleppa nú aftur at fiska í bretskum sjógvi.
 
07.04.2023 - 10:27

Føroyar og Bretland eru samd um sínámillum fiskirættindi í ár.

Føroyar sleppa at fiska svartkalva, tosk, hýsu, longu, brosmu og blálongu í bretskum sjógvi.

Bretland sleppur at fiska hýsu, upsa, blálongu, longu, flatfisk og fær eisini eina kvotu av øðrum fiskasløgum.

Føroyar og Bretland eru eisini samd um at halda fram at samstarva um serøkið, sum tey í felag varða av.

Somuleiðis eru londini samd um at menna góða samstarvið millum eftirlitsmyndugleikarnar í londunum báðum.

Og góða samstarvið um havlívfrøði, sum lunnar vóru lagdir undir í fjør, skal halda fram.

Føroyar og Bretland eru samd um at hittast aftur, tá árið er hálvrunnið fyri at gera eftirmetingar og tryggja, at semjan virkar á besta hátt fyri londini bæði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083