Korona spøkir í sjúkradøgum

Korona spøkir í sjúkradøgum
Fólk, sum fingu Covid 19 tíðliga, hava havt nógv meiri sjúkrafráveru enn onnur í langa tíð eftir smittuna 
Korona verður nú mett at vera ein sjúka sum aðrar og ikki ein farsótt.
 
07.04.2023 - 15:52

Fólk, sum fingu Covid 19 tíðliga, hava havt nógv meiri sjúkrafráveru enn onnur í langa tíð eftir smittuna. 

Tað vísir ein kanning, sum danska Serum Instituttið hevur gjørt. 

Nógv av teimum hava havt sokallað longcovid, ella seinárin - fyri summi hevur tað verið lættari sjúkueyðkenni í styttri tíð, meðan onnur hava hava álvarslig sjúkutekin sum meira ella minni hava gjørt tey avlamin og óarbeiðsfør. 

Statens Seruminstitut hevur kannað sjúkrafráveruna hjá 88,818 dønum í 8 mánaðir eftir koronasmittuna.

Niðurstøðan er greið. Nógv av teimum, sum fingu smittuna tíðliga høvdu nógva sjúkrafráveru, leingi eftir at tey vóru smittað og nógv meiri samanborið við tey, sum ikki vóru smittað.

Longri sjúk

4,5 prosent av teimum, sum fingu smittuna tíðliga, hava verið sjúk í meira enn fýra vikur, átta mánaðir eftir at tey hava havt korona.

1,4 prosent av teimum, sum ikki hava verið smittað, hava verið sjúk í meira enn fýra vikur. 

Anders Hviis professari, sum hevur verið við til at gera kanningina sigur, at úrslitið vísir, at fylgjurnar av Covid 19 ikki vóru mildar og yvir stutta tíð - sum nógv høvdu vónað at byrja við. 

Stórur munur er á, hvussu hart fólk vóru rakt. 

Kvinnur, eldri og fólk við ovurfiti hava havt meiri sjúkrafráveru enn menn, ung og fólk við normalvekt. 

Haraftrat eru tey, ið hava kroniskar sjúkur sum fibromyalgi, diabetes og lungnasjúkur, hart rakt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424