Íslendingar steðga samráðingunum við ES

Íslendingar steðga samráðingunum við ES
Samráðingarnevndin er upployst, men tað merkir ikki, at øll bond við ES verða kvett
 
13.09.2013 - 10:58

Íslendska stjórnin hevur upplyst samráðingarnevndina, sum samráddist við ES um limaskap.

- Nevndin er upployst, og fleiri samráðingar verða ikki, segði Gunnar Bragi Sveinsson, uttanríkisráðharri, í altinginum í gjár.

Hann segði, at stjórnin er samd um at steðga samráðingunum. Tað merkir kortini ikki, at øll bond við ES verða kvett. Tvørturímóti er ætlanin at styrkja sambandið við Evropeiska Samveldið, tó uttan at biðja um limaskap, sigur uttanríkisráðharrin.

Stjórnin, sum kom til valdið í Íslandi eftir altingsvalið í ´var, avgjørdi at steðga samrfáðingunum við ES um limaskap.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006