Freistin at mótmæla fer á midnátt

Freistin at mótmæla fer á midnátt
Á midnátt fer freistin hjá teimum, sum mótmæla ella hava broytingaruppskot um ætlaðu broytingina í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu
Ætlaða útbyggingin hjá Varðanum Pelagic, sum ætlar at byggja protein- og lýsisverksmiðju.
 
09.04.2023 - 10:59

Á midnátt fer freistin hjá teimum, sum mótmæla ella hava broytingaruppskot um ætlaðu broytingina í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu.

Tvøroyar býráð samtykti 20.februar at broyta byggisamtyktina, so Varðin Pelagic kann byggja út.

Uppskotið um broyttu byggisamtyktina lá frammi alment í tríggjar vikur, so fólk kunnu mótmæla ella koma við broytingaruppskotum í seinasta lagi seks vikur eftir framløguna. Og tað er á midnátt í dag.

Mótmæli og broytingaruppskot, sum kommunan sjálv ikki tekur við, skulu vera við uppskotinum, tá tað verður sent landsstýrinum, har býarskipanarnevnd landsins skal viðgera tað.

Landsstýrismaðurin í kommunumálum skal góðkenna broytingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083