HB vitjar Víking í fyrsta umfari av steypakappingini

HB vitjar Víking í fyrsta umfari av steypakappingini
Í kvøld byrjar kappingin um Løgmanssteypið, og størsti dysturin er í Sarpugerði, har HB vitjar verandi steypavinnaran, Víking
Verandi steypavinnarin, Víkingur, tekur ímóti HB í kvøld
 
21.04.2023 - 15:03

Kappingin um Løgmanssteypið byrjar í kvøld, og verandi steypavinnarin, Víkingur, fær vitjan av HB í Sarpugerði.

Tann dysturin byrjar klokkan 18:00, og tað ger dysturin millum NSÍ og MB við Løkin í Runavík eisini.

Tveir aðrir dystir eru klokkan 19:00. EB/Streymur vitjar FC Hoyvík og Skála tekur ímóti B71.


Brak í Havn

Restin av dystunum í fyrsta umfari verða spældir í morgin. 

Í Havn verður brak ímillum B36 og KÍ, sum tapti steypafinaluna í fjør. Tann dysturin byrjar klokkan 18:00.

Annars verða tveir dystir klokkan 15:00: B68 vitjar TB, og ÍF tekur imóti 07 Vestur, sum í fjør spældi seg í hálvfinaluna.

Síðsti dysturin í 1. umfari verður klokkan 16:00 á Argjum, har AB tekur ímóti FC Suðuroy.

Í ár kunnu allir dystirnir í steypakappingini síggjast hjá Televarpinum.

Dystarskrá, fríggjadag:

18.00: 
Víkingur - HB 
NSÍ - MB
19.00: 
FC Hoyvík - EB/Streymur 
Skála - B71

Dystarskrá, leygardag:

15.00: 
TB - B68
ÍF - 07 Vestur
16.00: 
AB - FC Suðuroy
18.00: 
B36 - KÍ

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376