- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar millum heimsins perlur

Sambært heimasíðuni knowinsiders.com, eru Føroyar millum hesar perlur í Evropa, - Føroyar eru á fjórða plássi á listanum.
- Føroyar eru sonn perla í Evropa. Ikki øll ferðafólk vilja brúka tíð og pening til at ferðast til Føroyar, men tað er hvørt sekund og hvønn dollara vert at vitja har, skrivar knowinsiders.com.
Sambært heimasíðuni, kunnu ferðafólk vænta færri útlendsk ferðafólk, bíligari flogferðir og størri møguleika at ferða í ókendum øki.
Listin sær soleiðis út:
1. Moldova
2. Serbia
3. San Marino
4. Føroyar
5. Makedónia
6. Bosnia Hersegovina
7. Hvítarussland
8. Norður Makedónia
9. Malta
10. Liktinstein.
Í listanum yvir mest vitjaðu lond í Evropa er Frakland, Spania, Italia, Turkaland og Týskland.



























