Nógv trø koppað í Trongisvági

Nógv trø koppað í Trongisvági
Síðstu dagarnar hevur verið arbeitt í Plantasjuni í Trongisvági, sum farni veturin er farin so mikið illa við.
Plantasjan í Trongisvági
Mynd: Tvøroyrar kommuna  
 
22.04.2023 - 18:41

Nógv trø eru koppað í illveðri, og tí hava tvey fólk frá Skógrøkt Landsins verið og sagað trøini niður.

Tey hava fingið hjálp til uppruddingina frá starvsfólkum hjá Tvøroyrar kommunu.

Niðurdotnu trøini eru til ampa og kunnu vera vandamikil fyri tey, ið ganga framvið, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Næsta ár eru hundrað ár, síðani Plantasjan í Trongisvági varð gróðursett.

Í næstum verður farið undir nýggja gróðurseting, so rundi dagurin kann hátíðarhaldast við nýggjum vøkstri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595