- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindamenn nýggjan formann

Eftir ársaðalfundin hjá Grindamannafelagnum eru hinir nevndarlimirnir Tóri Simonsen, næstformaður og kassameistari, og Bjartur Tórhalsson, skrivari. Tiltakslimir eru Ragnar Jacobsen, Eyðstein í Løðu og Bogi Hansen.
Ólavur Sjúrðarberg, sum seinnu árini hevur verið formaður og annars hevur verið í nevndini øll árini, varð heiðraður á aðalfundinum. Hann fekk ein málning, Livar Nysted hevði málað til høvið.
Á aðalfundinum hevði Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, eina framløgu um útbreiðslu, familjubond, føði og merking av grind og springara.
Nýggja nevndin fer framhaldandi at arbeiða fyri, at limatalið økist, og millum annað hevur felagið fingið nýggja heimasíðu: gmf.fo.



























