Liðskiparin: Eg gleði meg at møta hesum liðunum

Liðskiparin: Eg gleði meg at møta hesum liðunum
- Vit hava fingið ein fínan bólk, sigur Ásla Johannesen, eftir at Føroyar endaðu í bólki saman við Aserbadjan, Montenegro og Kýpros í fyrstu Nations League-kappingini
Ásla Johannesen í dysti ímóti heimsins bestu, Alexia Putellas, úr Spania
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
02.05.2023 - 15:14

Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Ásla Johannesen, er væl nøgd við lutakastið til fyrstu Nations League-kappingina fyri kvinnur, sum byrjar í september.

Føroyar komu í bólk saman við Aserbadjan, Montenegro og Kýpros, og tað er heilt okey, sigur vinstrabeinti bakkurin.

 - Eg gleði meg at møta hesum liðunum. Eg havi bert spælt ímóti Montenegro eina ferð fyrr - í 2017 - tá vit vunnu 2-1. Í síðstu undankapping stóð Montenegro seg væl ímóti Aserbadjan, so nú fara vit til verka at fyrireika okkum so væl sum gjørligt til kappingarbyrjan, sigur Ásla Johannesen.

Teir seks dystirnir í bólkaspælinum verða spældir í trimum umførum í ávíkavist september, oktober og desember. Finalurnar verða á vári 2024, skrivar FSF.

Fyri kortum setti Fótbóltssambandið nýggjan venjara, eftir at Lene Terp segði seg úr starvi. Tað verður Signe Pries Andersen, sum skal standa á odda fyri fyrstu føroysku royndini í Nations League.


Nations League í tøkum tíma

Ásla Johannesen, sum í januar skifti úr AGF til Piteå IF í bestu svensku deildini, var munandi spentari til hetta lutakastið, enn onkuntíð fyrr, tá talan hevur verið um EM og HM-undankappingar.

 - Fyri meg hevur hetta lutakastið fyri verið heldur meira spennandi, og magakenslan er betri við nýggja kappingarleistinum, sigur Ásla Johannesen.

Síðstu árini hava Føroyar verið við í undankappingum, har mótstøðuliðini hava talst millum tey bestu í heiminum. Nú kappast føroysku kvinnurnar í C-deildini í Nations League, og tað hevur við sær, at mótstøðuliðini verða munandi veikari.

 - Tað verður øgiliga spennandi og gevandi, sigur Ásla Johannesen. 

 - Vit koma at møta liðum á okkara stigi oftari, og tað eigir alt annað líka at verða gevandi fyri allar partar. Tað sama er galdandi fyri tey bestu liðini, sum oftari sleppa at møta hvørjum øðrum. Eg eri rættiliga spent, og eg gleði meg at koma í gongd. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138