- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj forkvinna í Føroya Verkfrøðingafelag

Gunn H. Møller avloysir Arna Petersen, sum hevur verið formaður í Føroya Verkfrøðingarfelag seinastu fimm árini.
Lovisa P. Glerfoss er næstforkvinna, Bjarni Petersen kassameistari, Súsanna Berg skrivari og Arni Petersen er stýrislimur. Tiltakslimir eru Óluva Vang og Marjun Eysturoy.
Í farna ári hevur felagið skipað fyri ymsum limatiltøkum, verið á fundi við norðurlendsk verkfrøðingafeløg og havt tiltak fyri verkfrøðilesandi í sambandi við Jobmatch. Eisini hevur stýrið arbeitt við at gera ymsar dagføringar á hús felagsins í Tvørgøtu í Havn.
Í komandi ári verður skipað fyri ymsum sosialum og fakligum limatiltøkum, umframt at sambandið við hini norðurlendsku verkfrøðingafeløgini og verkfrøðislesandi verður styrkt.


























