Leiðari í Wagnerbólkinum vil taka herdeildir úr Bakhmut

Leiðari í Wagnerbólkinum vil taka herdeildir úr Bakhmut
Wagner-bólkurin fer at taka sínar herdeildir úr býnum Bakhmut, sambært Prigosjin.
Mynd av sjónbandið, ið varð lagt út á Telegram hin 5. mai 2023. Yevgeny Prigozhin í miðjuni, frammanfyri Concord - ein bólkur við tilknýti til russiska Wagnerbólkin.
Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.05.2023 - 12:01

Wagner-bólkurin fer at taka sínar herdeildir úr býnum Bakhmut tann 10. mai.

Tað sigur leiðarin av Wagner-bólkinum, Jevgenij Prigosjin, í einum videobroti á sosiala miðlinum Telegram.

Orsøkin er, at krútið er uppi, sigur Prigosjin og heldur fram:

"Vegna Wagner-bólkin boði eg frá, at vit noyðast at broyta støðuna hjá okkara deildum í Bakhmut. Vit taka okkum aftur til deildir hjá verjumálaráðnum, so vit kunnu sleikja okkara sár."

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jevgenij Prigosjin er komin við slíkum útmeldingum, sum hann síðani hevur tikið aftur, ella hava tær snøgt sagt ikki hildið. Tí er heldur ikki vist, at Wagner-deildirnar veruliga fara at taka seg aftur úr Bakhmut 10. mai.

Bakhmut er ein strategiskt týðandi býur fyri báðar teir stríðandi partarnar í Ukraina. Bardagin um býin hevur nú staðið á í fleiri mánaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595