- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra menn dømdir sekir fyri at eggja til uppreistur
Fýra menn dømdir sekir fyri at eggja til uppreistur
Ein amerikanskur dómstólur hevur dømt fýra menn sekar fyri at eggja til uppreistur í sambandi við álopið á amerikansku kongressina 6. januar í 2021. Tað skrivar BBC.

Fýra limir í Proud Boys-bólkinum dømdir sekir fyri at eggja til uppreistur í samband við álopið á amerikonsku kongressina hin 6. januar 2021.
Mynd: Bill Hennessy/Reuters/Ritzau Scanpix
05.05.2023 - 12:31
Teir fýra menninir eru limir í høgravíðgongda bólkinum Proud Boys, sum var væl umboðaður í álopinum á kongressina fyri meir enn tveimum árum síðan.
Sambært BBC kann revsingin fyri at eggja til uppreistur við tí endamáli at koppa stjórnina í USA geva upp í 20 ára fongsul.
Meir enn 1.000 fólk standa til at verða ákærd fyri at hava verið partur av álopinum á kongressina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























