- Tíðindi, mentan og ítróttur
Visit Vágar nýggjan leiðara
Visit Vágar nýggjan leiðara
Bryndis í Dali skal næstu árini standa fyri at menna ferða- og upplivingarvinnuna í Vágum og Mykinesi.

Nýggi leiðarin á Visit Vágar, Bryndis í Dali
06.05.2023 - 13:03
Stýrið fyri Menningarstovuna Visit Vágar hevur sett Bryndis í Dali sum nýggjan leiðara fyri Visit Vágar.
Tað skriva heimasíðurnar hjá Sørvágs og Vága kommunu.
Bryndis, sum er úr Havn og býr í Miðvági, skal standa fyri arbeiðinum at menna ferða- og upplivingarvinnuna í Vágum og Mykinesi.
Hon kemur úr starvinum sum leiðari á Visit Sandoy, har hon hevur verið seinastu trý árini.
Bryndis í Dali byrjar í nýggja starvinum tann 1. juni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























