- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jonhard fekk ársins herðaklapp

Felagið hevði aðalfund í Fuglafjarðar kirkju, og Jonhard, sum varð heiðraður við ársins herðaklappi, fekk tað skoðsmál, at hann altíð er “klárur, væl upplagdur, pliktuppfyllandi og arbeiðssamur”.
Í nøkur ár hevur tað verið siðvenja, at Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag á aðalfundi sínum heiðrar ein borgara fyri okkurt serstakt í fjølmiðlaheiminum.
Tað veri seg kristiligar sendingar, greinar ella moralskt uppbyggjandi tilfar av ymsum slag, og felagið sigur, at aftur í ár vóru nógv góð uppskot komin inn til nevndina.
Forkvinnan í Kristiligum Lurtara- og Hyggjarafelag, Kristina Toftegaard Larsen, segði nøkur orð, og í sambandi við herðaklappið handaði hon Jonhard Joensen eina gávukurv.


























