Stóra slagið stendur í Gundadali

Stóra slagið stendur í Gundadali
B36 og HB bresta saman í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. og vinnarin verður favorittur at vinna steypakappingina, sama hvussu gongur aðrastaðni
B36 vann kappingina um Løgmanssteypið í 2021
 
09.05.2023 - 15:00

Í dag verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar, og størsti dysturin er í Gundadali klokkan 18:00, har B36 og HB bresta saman.

Í 1. umfar sendi B36 KÍ úr steypakappingini, meðan HB gjørdi tað sama við Víking, og tí má vinnarin av dystinum á Ovara vølli í kvøld roknast sum favorittur at vinna Løgmanssteypið.

Fyrsta fjórðingsfinalan verður annars klokkan 17:00 inni í Vika á Argjum, har 07 Vestur vitjar AB.

Hinar báðar fjórðingsfinalurnar byrja klokkan 18:00.

Í Hólmanum á Eiði tekur EB/Streymur ímóti Skála og á Svangaskarði verður grannauppgerð ímillum B68 og NSÍ.

Kringvarpið sigur frá dystinum ímillum B36 og HB eftir tíðindini á nátturða.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083