FNU fegnast um umhvørvisverndarlóg

FNU fegnast um umhvørvisverndarlóg
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, fegnast um, at Løgtingið við aðru viðgerð í gjár samtykti uppskotið um nýggja umhvørvisverndarlóg.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
 
13.05.2023 - 11:03

Umframt samgonguflokkarnar atkvøddi eisini Sambandsflokkurin fyri uppskotinum. 

Uppskotið er meinlíkt uppskotinum, sum undanfarna samgonga legði fyri tingið í mars 2022, við teimum broytingum, sum ein samd rættarnevnd mælti til í áliti sínum í fjør. 

Tá sat Sambandsflokkurin við umhvørvismálum. Hesaferð var tað Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna úr Javnaðarflokkinum, sum legði uppskotið fram.

Samstundis varð eitt uppskot til broytingar í náttúrufriðingarlógini frá 1970 samtykt við aðru viðgerð í tinginum í gjár.

Tey bæði lógaruppskotini hanga saman og verða tí viðgjørd samstundis.

Tann nýggja náttúruverdarlógin hevur nýggjar reglur um skipan av verndarøkjum og vernd av djóra- og plantusløgum, og tí verða friðingarheimildirnar tiknar úr náttúrufriðingarlógini.

FNU fegnast um samtyktina av uppskotinum við aðru viðgerð, og heldur at tann breiða politiska undirtøkan gevur vónir um, at uppskotið kann verða endaliga samtykt í komandi viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595