- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarligt margfeldi verjast sambært UNESCO-sáttmála

UNESCO-sáttmálin varð upprunaliga samtyktur á aðalfundi í UNESCO 20. oktober 2005, og kemur í gildi í Føroyum í ár.
Yvirskipaða endamálið við sáttmálanum er at tryggja londunum rættin at reka mentanarpolitikk í egnum landi, at verja mentanarliga margfeldið og ásanna týdningin, ið mentanarligt margfeldi hevur fyri grundleggjandi mannarættindi.
Harafturat er endamálið at fremja mentanarligt samstarv tvørtur um landamørk og fremja samstarv og samhaldsfesti við menningarlond til gagns fyri alt heimssamfelagið.
Sáttmálin staðfestir rættindi, skyldur og møguleikar hjá pørtunum og vísir á, at mentanarligt virksemi, vørur og tænastur bera í sær samleika, virði og týdning, ið eru bæði mentanarlig og búskaparlig, og at atlit má takast at báðum, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.


























