Altjóða fuglateljingardagur

Altjóða fuglateljingardagur
Í dag er stóri altjóða fuglateljingardagurin, Global Big Day.
eBird er ein stórur dátabasi við fuglaeygleiðingum, har øll sjálvboðin kunnu leggja sínar teljingar inn.
 
13.05.2023 - 11:18

Føroya Fuglafrøðifelag bjóðar fólki at vera við í Global Big Day og nevnir fuglateljingina "heimsins størsta bólkaarbeiði".

- Tað er lætt at vera við, og øll kunnu luttaka, sigur felagið.

Í 2022 tóku 51.500 fólk í 201 londum lut í Global Big Day, og meira enn 7.600 fuglasløg vóru eygleidd. Í Føroyum vóru 62 fuglasløg eygleidd sama dag í 2022.

Fyri at taka lut í fuglateljingardegnum í dag, skal ein skráseta seg í eBird, brúka nakrar minuttir at eygleiða fuglin, og síðani skriva tal, slag og stað fyri teljingina í dátabasan.

eBird er ein stórur dátabasi við fuglaeygleiðingum, har øll sjálvboðin kunnu leggja sínar teljingar inn. Her ber millum annað til at síggja, hvørji fuglasløg eru eygleidd í Føroyum, nær fuglurin sæst í Føroyum, og nær hann fer av landinum aftur. Eisini ber til at síggja fleiri enn 2.700 myndir av fuglum úr Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595