- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gátufør risaeldkúla
Gátufør risaeldkúla
Ein eldkúla, sum er hundrað ferðir størri, enn sólskipanin, og sum skínur tvær billiónir sterkari, enn sólin, er ein gáta hjá granskarum.

13.05.2023 - 11:33
Stjørnufrøðingar siga seg, sambært Ritzau tíðindastovuni, hava funnið eina eldkúlu í rúmdini, sum er hundraðferðir størri, enn okkara sólskipan.
Í einari kanning eyðmerkja stjørnufrøðingarnir kúluna sum ta størstu kosmisku spreingingina nakrantíð.
Eldkúlan fór at brenna fyri meira enn trimum árum síðani, og varð uppdagað av tilvild, sigur stjørnu-alisfrøðingurin á bretska universitetinum í Southampton, Philip Wiseman, sambært Ritzau.
Spreingingin er hend umleið 8 milliardir ljósár burturi, sæst í vísindaligari frágreiðing.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























