Fuglurin verjast móti órógvandi ferðslu

Fuglurin verjast móti órógvandi ferðslu
Nýggja umhvørvisverndarlógin útvegar betri amboð enn áður at verja millum annað fugl fyri órógvandi ferðslu. Tað sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum.
Tindhólmur.
 
13.05.2023 - 11:59

Erling Eidesgaard, løgtingsmaður, hevur fingið svar upp á fyrspurning um verju av fugli.

Hann spyr Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um hon metir, at fuglur sum eigur her á landi, er nóg væl vardur móti órógvandi ferðslu?

Um ikki, ætlar landsstýriskvinnan at taka stig til at seta í gildi avmarkingar fyri órógvandi ferðslu eitt nú í ella nærhendis fuglabjørgum, lundalondum, drunnhvítabølum og øðrum viðkvomum økjum, har fuglur eigur?

Spurningarnir verða svaraðir í einum, og landsstýriskvinnan staðfestir, at hon er glað fyri, at tað millum fólk verður vístur stórur áhugi fyri náttúruvernd í løtuni. At vit mugu hava eina tíðarhóskandi lóg fyri náttúruvernd, tykist tað ikki at vera ivi um.

Víðari sigur hon, at síðani seinast lóg varð gjørd fyri, hvussu vit verja okkara náttúru, eru vinnur, sum virka í Føroyum, nógv mentar. Ferðavinna, alivinna og byggivinna gera inntriv, sum vit ikki kundu ímyndað okkum fyri 50 árum síðani, tá lógin varð gjørd.

Ingilín D. Strøm vísir til uppskotið til náttúruverndarlóg, sum tingið viðger í løtuni, at lógin útvegar betri amboð at verja eitt nú fugl fyri millum annað órógvandi ferðslu.

Við nýggju lógini fer at bera til at útnevna fuglasløg sum vard, og í tí sambandi eisini at áseta reglur fyri avmarkaðari vernd av økjum, sum hava vistfrøðiligan týdning fyri sløgini.

Eisini fer at bera til at skipa verndarøkir, har talan kann gerast um at avmarka ferðslu, sum ikki eru í samsvari við tað ítøkiliga verndarendamálið.

Lítið er at ivast í, at fuglur, sum eigur her á landi, í summum førum átti at verið betur vardur fyri órógvandi ferðslu av ymsum slag, og hesum fari eg sum landsstýriskvinna at virka fyri, skrivar Ingilin D. Strøm, landsstýriskvinna, í svar sínum til Erling Eidesgaard, løgtingsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595