- Tíðindi, mentan og ítróttur
Javnstøðunevndin: Signalvirðið hevur týdning

Nevndin skrivar, at tað er óheppið, um børn og ung í fólkaskúlanum verða áløgd reglur, ið eru orðaðar soleiðis, at tað kann setast spurnartekin við, um tað er munur á, hvat verður væntað av gentum og dreingjum, tí tað samsvarar ikki við grundleggjandi hugsjónir um javnvirði og javnstøðu í dagsins samfelagi.
Sama um hetta hevur verið tilætlað ella ikki, so hevur signalvirðið eisini týdning, og hetta er ein áminning um, at tað er týdningarmikið at hava javnstøðuperspektivið í huga, tá vit samskifta í øllum viðurskiftum og serliga, tá talan er um almennar stovnar, sum varða av børnum og ungum.
Javnstøðunevndin vil minna á, at javnstøðulógin setur forboð móti at gera mismun vegna kyn, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Er neyðugt við serligum treytum í einhvørjum samanhangi, skulu hesar vera sakliga grundaðar ella á annan hátt vera heimilaðar við lóg.
Reglur og onnur inntriv eiga ikki at røkka longur enn tað, sum neyðugt er til tess at røkka endamálinum, skrivar Javnstøðunevndin í dag.


























