Oljunýtslan skrásetast og kannast

Oljunýtslan skrásetast og kannast
Tað fer granskingarstovnurin Sjókovin komandi trý árini at gera saman við reiðaríum.
 
20.05.2023 - 12:50

Nú skal oljunýtsluna hjá føroyskum fiskiskipum kannast nágreiniliga og skrásetast.

Tað fer granskingarstovnurin Sjókovin komandi trý árini at gera saman við reiðaríum.

Oljan er sera týdningarmikil partur av samlaðu útreiðslunum, og høgi oljuprísurin tyngir um raksturin hjá skipunum. Føroyar hava bundið seg til at minka um útlátið, og fiskiflotin er ein týðandi partur av samlaða føroyska útlátinum.

Eingi almenn útgreinaði tøl eru um oljunýtsluna í føroyskum fiskiskapi, men Sjókovin hevur seinastu árini, í samstarvi við reiðarí, greinað oljunýtsluna í størstu skipabólkunum fyri árini 2019-2022.

Komandi trý árini fara tey so at arbeiða við einari vekætlan, sum byggir víðari á hetta arbeiðið.

Sjókovin skrivar, at Fiskivinnugransking fíggjar verkætlanina saman við eginfígging frá reiðaríum og Sjókovanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576