- Tíðindi, mentan og ítróttur
VOXPOP: Skal ríkisveitingin skerast burtur?
Framburðurin seinastu árini, bæði fíggjarliga og vinnuliga, hevur verið sera góður. Ja, so góður, at Føroyar teljast millum heimsins ríkastu samfeløg.
Sum partur av føroyska búskapinum er eisini ríkisveitingin úr Danmark. Eitt slag av gjaldoyragáva úr Danmark.
Støddin á ríkisveitingini verður avgjørd í politiskum samráðingum millum danskar og føroyskar myndugleikar, og veitingin hevur eisini elvt til nógv og drúgt politiskt kjak. Bæði millum Føroyar og Danmark, men sanniliga eisini millum føroyingar sjálvar.
Skal ríkisveitingin skerast burtur?
Í sambandi við sendingina "O, móðurlandið" vóru ung á miðnámsskúlum í Føroyum spurd, hvørjar tankar tey hava um eitt nú ríkisstuðul, sjálvræði og fullveldispolitikk. Ein spurningur ljóðaði, um Føroyar áttu at gera seg leysan av ríkisveitingini úr Danmark.
Millum tey lesandi á miðnámi er, eins og millum føroyingar sum heild, heldur ikki semja. Hóast øll so at siga eru samd um, at fíggjarligt sjálvbjargni er eitt týdningarmikið mál, sum strembast skal eftir, eru tey ikki samd um, hvussu hetta skal gerast í verki.
Meðan summi halda, at føroyingar og føroyski búskapurin ikki er nóg búgvin at fóta sær uttan ríkisveitingina, halda onnur at talan er um eina lítla upphædd í mun til samlaðu støddina á føroyska búskapin, og tí átti at borið til at funnið pengarnar aðrastaðni í føroyska samfelagnum.
Klára okkum ikki uttan
"Hóast vit í roynd og veru eru ríkari enn danir, er tað enn nógv, sum bendir á, at vit ikki eru nóg búgvin til at skera blokkstuðulin burtur. Tí blokkstuðulin ber í stóran mun avlopið á fíggjarlógini, so vit hava rætt og slætt ikki ráð til tað", sigur Jónas Edvard Lindenskov Schiller, miðnámslesandi á Glasi.
"Tað gevur ikki meining at gera seg leysan av veitingini, um tað er við til at oyðileggja búskapin hjá okkum", sigur Judith Eilersdóttir Rasmussen, miðnámslesandi á Glasi og leggur afturat, at um vit klára tað, so kunnu vit gott.
Torført at kenna røttu løtuna
Løtan er kanska heldur ikki tann rætta, heldur Jón M. Brodersen, miðnámslesandi á Glasi.
"Inflatiónin bara veksur, og øll lánini, sum fólk hava, gerast bara dýrari. Tí haldi eg heldur ikki, at tað er tað rætta at gera í verandi støðu. Men eg haldi, at vit eiga at stremba eftir at klára okkum sjálvi", sigur Jón.
Hinvegin heldur Rannvá Sjóstein, lesandi á Miðnámi í Kambsdali, at løtan nú er júst hin rætta.
"Eg haldi, at vit spakuliga skulu fara frá ríkisveitingini. Vit klára okkum væl búskaparliga í løtuni, og tað er ikki alneyðugt hjá okkum at fáa pengar úr Danmark", sigur Rannvá.
Loysing og sjálvbjargni hanga saman
Kortini tykjast tey øll samd um, at skulu Føroyar vera sjálvbjargnar, má ríkisveitingin halda uppat. Men spurningurin endar tí eisini aftur har, sum so nógvir aðrir politiskir spurningar. Loysing ella ikki.
"Eitt fet nærri búskaparligum sjálvbjarni er eitt fet nærri loysingini", sigur Ári Rúnason, miðnámslesandi á Glasi.
"Út frá mínari sannføring, har vit sum land kenna okkum sum eitt fólk, áttu vit at strembað eftir at gerast sjálvstøðug, og tað skal gerast við búskaparligum fetum", sigur hann.
Her sært tú miðnámsskúlalesandi svara spurninginum, um Føroyar eiga at gerast leysar frá ríkisveitingini úr Danmark:
O, móðurlandið: Kanska um hundrað ár
Í kvøld eftir Dag og viku senda vit sætta og síðsta part av sendirøðini "O, móðurlandið!". Ein sending, sum varpar ljós á serstøðu Føroya í danska ríkinum.
Meðan eitt nýkomið sjálvstýrisrák andar yvir Grønlandi, tykist spurningurin í Føroyum um at taka størri ábyrgd av sær sjálvum og gera seg heilt leysan av donsku ríkisveitingini ikki so viðkomandi longur.
Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska heldur styrknaður enn viknaður síðan aldaskiftið.
Tú finnur sendingina her.