Einasta broytingin verður, at Skúgvoyggin skal kannast nærri

Einasta broytingin verður, at Skúgvoyggin skal kannast nærri
Árni Gregersen, journalistur og viðmerkjari, roknar ikki við teimum stóru broytingunum, nú Løgtingið í morgin skal hava 3. viðger av málinum um Suðuroyartunnilin
Tað er trýst á Aksel V. Johannesen, løgmanni, nú tað sær út til, at tað ikki verður løgtingið, men tunnilsfelagið, sum skal gera av, hvør linjuføringin verður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.05.2025 - 18:38

Løgtingsfundur verður í morgin og fýra mál eru á skránni. 

Tey bæði fyrstu eru málini um broyting í lógini um almannapensjónir, og tey vera viðgjørd saman. Tey snúgva seg um at broyta pensjónsaldurin og at víðka lógina til eisini at umfata eina tíðartreytaða pensjón, sum kann tillutast fólki, sum frá tí fylta 16. árinum í minsta lagi í 50 ár hava verið arbeiðsvirkin.

Tað triðja málið er málið um broyting í lógini um íleggingargrunnin fyri Føroyar og tað fjórða er málið um Suðuroyartunnilin.

Málini vórðu viðgjørd í løgtinginum áðrenn tað fór í summarfrí, men tá tað ikki eydnaðist at fáa málið um Suðuroyartunnilin samtykt áðrenn tingið fór heim, var viðgerðin av øllum fýra málunum útsett til í morgin, tí tey upp á meira enn ein máta eru knýtt saman. 

Tá avgerðin um at útseta viðgerðina til í morgin varð tikin, varð róð framundir, at hetta kundi fáa avleiðingar, til dømis at okkurt fór at henda, eitt nú við málinum um Suðuroyartunnilin, í tíðarbilinum til tingið kemur samanaftur.

Og tá tað er rættiliga nógv sum bendir á, at nakað er hent, høvdu vit í kvøld Árna Gregersen, journalist og viðmerkjara, í útvarpsstovuna at greina politisku støðuna fyri okkum.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.

1744125

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329