Sunda kommuna fer at áseta tænastugjald á tóm býli

Sunda kommuna fer at áseta tænastugjald á tóm býli
- Endamálið er at tryggja teimum møguleikan, ið ynskja at keypa fastan bústað, sigur Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu
Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, (tv) sigur, at tað er ikki fyri at revsa fólk, at kommunan fer at áseta tænastugjøld fyri tóm býli
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.05.2025 - 14:03

Sunda kommuna fyrireikar eina skipan, nú kommunur fáa heimild til at áseta tænastugjøld fyri tóm býli.

Lógin verður sett í gildi 1. januar 2026.

- Endamálið er at tryggja teimum møguleikan, ið ynskja at keypa fastan bústað, sigur Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum eisini vísir á, at hetta er eitt amboð, ið Sunda kommuna hevur ynskt. 

Amboðið er teimum kærkomið, sigur borgarstjóri, tí sambært seinastu hagtølum eru 197 tómir bústaðir í kommununi. 

- Tað er umráðandi at undirstrika, mann vil ikki straffa fólk, vísir Eyðstein Zachariasen á. 

Endamálið við gjaldinum er, at tað skal fíggja útreiðslur sum kommunurnar hava, fyri at veita tænastur og viðlíkahalda tómu býlini. 

Í Sunda kommunu eru 11 størri og smærri bygdir í norður Streymoy og norður Eysturoy. Eyðstein Zachariasen harmast um, at gjøldini ikki kunnu tillagast hvørjari bygd sær. 

 

INNSLAG_-_Taenastugjald_-_Sunda_kommuna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329