B36 kann seta Víking av

B36 kann seta Víking av
Við heimasigri kann B36 seta Víking av í stríðnum um ovastu trý plássini í Betri-deildini við monnum, meðan HB má vinna á útivølli á B68, um káma gullvónin skal varðveitast
B36 tekur ímóti Víkingi í 12. umfari av Betri-deildini í dag
 
04.06.2023 - 14:41

Við sigri í Gundadali í dag kann B36 seta Víking av í stríðnum um ovastu trý plássini í Betri-deildini við monnum.

Undan dystinum, sum byrjar klokkan 15.00, eru seks stig ímillum árstalsfelagið á 3. plássi og víkingarnar á 4. plássi. Í 1. umfari vann B36 við trimum málum ímóti ongum á Víkingi í Sarpugerði.

HB má vinna á B68 á Svangaskarði, um káma gullvónin hjá teimum reyðsvørtu skal varðveitast. Í gjár vann KÍ tepran sigur á AB, og munurin í løtuni er 10 stig.

Tveir aðrir dystir eru í dag. ÍF tekur ímóti 07 Vestur í Fløtugerði, meðan TB vitjar EB/Streym í Hólmanum á Eiði.

Betri-deildin, 12. umfar:
Kl. 15:00 B36 - Víkingur 
Kl. 15:00 ÍF - 07 Vestur
Kl. 15:00 EB/Streymur - TB
Kl. 16:00 B68 - HB

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860