Íslendska hvalaveiðan steðgað fyribils

Íslendska hvalaveiðan steðgað fyribils
Orsøkin er ein frágreiðing frá matvørumyndugleikunum um, at ofta tekur ov langa tíð at fáa lívið av hvali
Hvalaveiðan í Íslandi skuldi byrjað i gjár, men hon er fyribils steðgað til 31. august. (Savnsmynd: mbl.is)
 
21.06.2023 - 08:25

Í gjár, dagin fyri, hon skuldi byrja, boðaði Svandís Svavarsdóttir, ráðharri, frá, at íslendska hvalaveiðan í ár er fyribils steðgað til 31.august.

Kvotan í ár er 148 nebbafiskar.

Orsøkin er ein frágreiðing frá matvørumyndugleikunum um, at ofta tekur ov langa tíð at fáa lívið av hvali.

Tí er talan um brot á lógina um djóravælferð, sigur ráðharrin.

 

150 fólk eru í vinnuni

Feløgini hjá virkinum í fiskivinnuni mótmæla avgerðini, tí 150 fólk arbeiða í hvalavinnuni.

Paul Wat­son fegnast sjálvandi.

Hann er á veg til Íslands við skip­inum John Paul DeJoria.

Endamálið er at forða fyri hvalaveiðuni, sum skuldi byrja í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392