Vánaligur fiskiskapur

Vánaligur fiskiskapur
Upsaveiðan er minkað við einum triðingi og botnfiskaveiðan sum heild við einum fjórðingi, tað sum farið er av árinum.
 
25.09.2013 - 09:00

Árið hevur higartil ikki hilnast væl hjá føroysku fiskivinnuni, tá sæð verður burtur frá uppsjóvarfiskiskipunum. Fyrstu átta mánaðirnir er fiskiskapurin minkaður 23 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin frá Hagstovuni. Veiðan eftir botnfiski er er minkað við einum fjórðingi, 25 prosent. Tað er serliga upsin og annar botnfiskur - tað er brosma, longa, blálonga og kongafiskur - sum hava svikið í ár. Upsafiskiskapurin er minkaður 30 prosent.

Frá januar til august í fjør fiskaðu føroysk skip yvir 25.000 tons av upsa, í ár kom nøgdin upp á 17.700 tons. Annar botnfiskur er minkaður við næstan 3.500 tonsum, svarandi til eina minking upp á 40 prosent. Toskafiskiskapurin kvinkaði seg eitt sindur uppeftir. Hann er í ár øktur við 256 tonsum upp í 6.420 tons, og tað svarar til ein vøkstur upp á 4 prosent.

Hýsufiskiskapurin er munandi betri í ár. Hann er øktur við 32 prosentum úr 1727 tonsum í fjør til 2275 tons fyrstu átta mánaðirnar í ár. Samlaða uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at fyrstu átta mánaðirnar í ár avreiddu føroysk skip 49.345 tons av botnfiski, flatfiski, skeljadjórum og øðrum fiskasløgum og fiskaúrdráttum.

Hetta er góð 15.000 tons minni enn sama tíðarskeið í 2012, ein afturgongd upp á 23 prosent. Í virði varð avreitt fyri 423,5 milliónir krónur. Tað er 175 milliónir minni enn sama tíðarskeið í fjør - ein minking upp á 29 prosent. Fiskiskapurin eftir uppsjóvarfiski er ikki við í uppgerðini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483