Sjúkrahússtjóri sagt upp

Sjúkrahússtjóri sagt upp
Hans Pauli Henryson hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi og stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya
Hans Pauli Henryson er skjótt fyrrverandi stjóri í Sjúkrahúsverkinum
 
23.06.2023 - 17:19

Klokkan 8.22 seinasta mánamorgun valdi Hans Pauli Henryson at trýsta á send. Hann hevði skrivað ein teldupost við heitinum uppsøgn. Í teldupostinum til Heilsumálaráðið, til Margit Stóra, landsstýriskvinnu, og til Turið Arge, aðalstjóra stóð: "Góðan dag. Sí viðfestu uppsøgn. Vinarliga Hans Pauli Henryson.

Viðfest var eitt bræv. Tað bar heitið starvsuppsøgn. Í brævinum skrivar stjórin stutt og greitt.

"Eg fari hervið at siga meg úr starvi sum stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, og sum stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Viðvíkjandi uppsagnartíð, so kann grein 8 í setanarsáttmálanum nýtast sum grundarlag. Vinarliga Hans Pauli Henryson".

Fríggjadagin frammanundan, altso fríggjadagin tann 16. juni, hevði verið fundur millum Margith Stóra, landsstýriskvinnu, og stjórarnar í Sjúkrahúsverkinum. Ein fundur, sum vit higartil ikki hava fingið skránna fyri. Men vit vita, at talan var um ein fund, har tað ikki var full semja millum landsstýriskvinnuna og sjúkrahússjórarnar um týðandi mál.

Mikudagin 21. juni fær Hans Pauli Henryson svar. Turið Arge, aðalstjóri, tekur uppsøgnina til eftirtektar. Boðar frá, at sambært grein 8 í starvssáttmálanum, so verður seinasti arbeiðsdagurin 30. september, og so takkar hon honum fyri tíðina í starvinum og gott samstarv. Aðalstjórin endar við at ynskja Hans Paula Henryson blíðan byr.

Margit Stóra, landsstýriskvinna, visti ikki, at Hans Pauli Henryson ætlaði at siga seg úr starvi longu mánamorgunin, tá tey vóru á fundi saman fríggjadagin. Margit Stórá er farin av landinum og vil ikki viðmerkja málið nærri. Tó vísir hon aftur, at stríð er ímillum landsstýriskvinnuna og nakran í sjúkrahúsleiðsluni. Heldur ikki er stríð innanhýsis í leiðsluni, sigur landsstýriskvinnan.

Hans Pauli Henryson, Alexandra á Dul og Tummas í Garði hava øll valt ikki at svara Kringvarpinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954