Tveir læknar høvdu næstan allar vaktirnar í læknavaktini

Tveir læknar høvdu næstan allar vaktirnar í læknavaktini
Tann, sum hevði flestar viðtalur, hevði 16.000 viðtalur tilsamans í 2021. Av teimum vóru umleið 6.000 í læknavaktini
Kommunulæknin, sum tjenti mest í 2021, forvann meira enn fimm milliónir. (Savnsmynd)
 
07.07.2023 - 13:23

Hóast greiðar reglur vóru fyri, hvussu nógvar vaktir ein lækni kundi taka í 2020, var sera ymiskt, hvussu vaktirnar vóru býttar, vísir frágreiðing, sum Landsgranskoðanin gjørdi í 2022. 

Hyggja vit at inntøkubýtinum og býtinum av viðtalum í 2021, sæst, at serliga tveir læknar hava tikið meginpartin av vaktunum á seg, meðan hinir læknarnir hava ongar, ella sera fáar vaktir.

Sostatt hevur tann, sum hevur flestar viðtalur, nærum 16.000 viðtalur í alt - av teimum eru umleið 6.000 í læknavaktini. 

Tann, sum hevur næstmest, hevur yvir 14.000 viðtalur tilsamans - av teimum er umleið 1.600 viðtalur í læknvaktini.

Tann, sum hevur triðflest, liggur um 900 viðtalur í læknavaktini, og síðani hava fimm læknar millum 200 og 400 viðtalur. 

Restin av teimum 27 læknunum, sum eru skrásettir at virka í 2021 sum fastir kommunulæknar ella vikarar, hava so gott sum ongar vitalur í læknavaktini. 

 

Vaktleiðarin vildi hava javnari býti

Hetta er eftir, at vaktleiðarin Marjus Dam tann 11. januar í 2020 hevur sent kommunulæknunum skriv, har hann sigur, at tað er best, um vaktirnar verða býttar meiri javnt millum læknarnar. 

Orsøkin til fráboðanina er, at Heilsutrygd finst at trygdini, tí ávísir læknar arbeiða ov nógv.  Heilsutrygd boðar frá, at læknar, sum hava fleiri enn 10 vaktir, fáa ikki gjald fyri vaktirnar.

Hetta sæst tó ikki aftur í vaktarbýtinum og heldur ikki í inntøkubýtinum. 

Meðan tann, sum forvinnur mest, tjenar yvir fimm milliónir krónur, og tann, sum forvinnur næstmest, tjenar millum 3,5 og fýra milliónir krónur, liggja flestu kommunulæknarnir um tvær milliónir árliga í bruttoinntøku. 

Síðani 2020 er landslæknin komin upp í málið.

Í oktober í fjør hevur landslæknin boðað frá, at læknarnir eiga ikki at taka meiri enn 10 vaktir í alt aftrat vanligu viðtalunum, og hesum hava læknarnir játtað at fylgja. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766