Fáa nú tilboð um Karlstad-ráðgeving

Fáa nú tilboð um Karlstad-ráðgeving
Talan er um tænastur, sum Sernám veitir beinleiðis, umframt tvær tænastur, sum verða veittar umvegis Sernám frá privatum
Talan er bæði um tænastur, sum Sernám veitir beinleiðis, og tænastur, sum vera veittar umvegis Sernám frá privatum.
 
11.07.2023 - 08:43

Nú verður møguligt hjá øllum avvarðandi hjá børnum og ungum við Downs syndromi at fáa Karlstad-ráðgeving.

Tað sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Hann kunnaði í gjár allar avvarðandi partar um tær tænastur í mál- og samskiftismenning, sum nú verða latnar øllum undir 18 ár, sum hava Downs syndrom.

Talan er um tænastur, sum Sernám veitir beinleiðis, umframt tvær tænastur, sum verða veittar umvegis Sernám frá privatum.

Talan er tó um eina fyribils loysn.

Arbeitt verður við at finna eina langtíðarloysn fyri øll børn og ung við mál- og samskiftistrupulleikum, sama hvønn tørv og hvørja avbjóðing, tey hava, sigur landsstýrismaðurin. 

Hann sigur, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur tosað við Almanna- og mentamálaráðið um, hvussu hetta økið kundi verið skipað betur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391