Bakkafrost: Málið er ongan laks at missa

Bakkafrost: Málið er ongan laks at missa
Stjórin í alifyritøkuni ásannar, at tað hevur avbjóðingar við sær at ala longri úti á firðunum
Bakkafrost misti 200.000 laksar á Hovsfirði (Savnsmynd)
 
14.07.2023 - 12:20

- At vit missa útivið 200.000 laksar á Hovsfirði, er nakað, sum ikki má henda, tí okkara mál er ongan laks at missa.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

 

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

 

Hann ásannar, at tað hevur avbjóðingar við sær at ala longri úti á føroysku firðunum, sum Bakkafrost hevur gjørt tað seinnu árini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13072023_Regin_Jacobsen_

 

Hendingin á Hovsfirði kann fáa avleiðingar fyri Bakkafrost, næstu ferð loyvi skal latast til aling í økinum, og at treytirnar tá verða herdar.

 

Myndugleikarnir ov linir

Føroysku myndugleikarnir eru alt ov linir, tá tað snýr seg um at revsa fyritøkur, sum dálka umhvørvið.

 

Eyðfinn Magnussen, lektari.

Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði, í sambandi við at Bakkafrost misti 200.000 alilaksar fyrr í ár.

Sí innslag í Degi og Viku týskvøldið:

 
20230711_LAKSUR_UMHVORVISVANLUKKA

 

Nóg hørð revsing

Mistu alilaksarnir hjá Bakkafrosti eru ein nóg hørð revsing í sær sjálvum.

Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum varðar av økinum.

 

 

Hann heldur, at lóggávan í Føroyum í praksis kann revsa fyritøkurnar harðari enn í Noregi. Tí er ikki neyðugt við revsitiltøkum, sum t.d. at geva bøtur.
 

Sí innslag í Degi og Viku í gjárkvøldið:

 

20230713_BAKKAFROST

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083