Føroya Tele kann fáa risastóra bót

Føroya Tele kann fáa risastóra bót
Føroya Tele hevur bortið kappingarlógina, og brotið er so álvarsligt, at málið er vorðið eitt mál fyri løgregluna. Tað staðfesta bæði Kappingareftirlitið og Føroya Kærustovnur
 
14.07.2023 - 17:06

Tað var flaggdagin í 2018, at Føroya Tele gjørdi av, at tey skuldu forða fyri, at viðiskifafólk tóku av tilboðnum frá NEMA um datarull, soleiðis at tey kundu flyta óbrúkt data til næsta mánað.

Amboðið hjá Føroya Tele var at lat øllum eina gávu uppá 100 GByte ókeypis. Men hetta var ólógligt. Tað hevur Kærustovnurin endaliga staðfest í dag, eftir at Føroya Tele fyrr í ár kærdi avgerðina hjá Kappingareftirlitinum.

Kærustovnurin vil onki siga um málið, men á Kappingareftirlitinum eru tey fegin um, at hava fingið viðhald.

Hetta er altso eitt mál, har tann stóri á marknaðinum hevur misnýtt sína støðu at knúlva eitt minni part á marknaðinum, og tað er ikki loyvt.

Málið er nú farið til løgregluna og kann enda við einari stórari bót.

Føroya Tele hevur nú møguleika at kæra málið inn fyri Føroya Rætt innan átta vikur. Annars koyrir málið víðari sum eitt mál hjá ákæruvaldinum.

Meira um málið í Degi og viku í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083