Útflyta framvegis til Russlands

Útflyta framvegis til Russlands
Í mai vóru makrelur, sild og svartkjaftur útflutt til Russlands fyri 12,6 milliónir krónur 
Russisk skip bunkraðu olju í føroyskum havnum fyri 16 milliónir í mai.
 
15.07.2023 - 09:36


Føroyar útflyta framvegis til Russlands.

Í mai vóru makrelur, sild og svartkjaftur útflutt til Russlands fyri 12,6 milliónir krónur. 

Hetta er nakað tað sama sum í mai undanfarin ár.

Í mai í ár keyptu russisk skip olju í Føroyum fyri okkurt um 16 milliónir krónur.

Í vørubólkinum, sum eitur aðrar vørur, er fyrst og fremst olja.

Tann vørubólkurin var 16,4 milliónir krónur í mai, sigur Hagstovan.

Oljusølan er nakað minni nú enn undanfarin ár, men oljan er dýrari nú, so virðið á tí útflutninginum er nakað størri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302