Fekk 157.000 kr. í bót

Fekk 157.000 kr. í bót
Dómur var seinnapartin sagdur í rættarmálinum móti skiparanum á John Paul de Joria
Skiparin á John Paul de Joria hevur fingið dóm í Føroya rætti fyri at bróta kunngerðina um forboðið at koma inn um 12 fjórðingar.
 
20.07.2023 - 17:10

Skiparin á John Paul de Joria fekk íalt 157.000 krónur í bót í Føroya Rætti.

Dómurin var sagdur fyri løtu síðani.

Skiparin, Daniel Binyon, var dømdur fyri at hava brotið forboðið, sum skipið hevði fingið at sigla inn um 12 fjórðingamarkið.

Sjálv bótin var tvær ferður 75.000 krónur fyri tvey ymisk brot á kunngerðina um 12 fjórðingamarkið umframt 7.000 krónur fyri brot á reglur um pass og tolleftirlit.

Harumframt skal hann gjalda sakarmálskostnaðin. 

 

Kravdi 207.000 kr. í bót

Ákærin vildi hava, at bótin skuldi vera 207.000 krónur. Katrin Thorsvig Hansen, ákæri, segði  at skiparin við vilja hevur roynt at sleppa sær undan at taka ímóti boðunum um at møta í rættinum.

Hesum tók dómarin undir við, og staðfesti, at skiparin hevði fingið gilduga innkalling at møta í rættinum.

Síðani byrjaði viðgerðin av sjálvum málinum.

Og fyri góðum hálvum tíma síðani var dómurin so sagdur, og skiparin, Daniel Binyon, er dømdur at gjalda íalt 157.000 krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775