Stórsigur til føroyameistararnar

Stórsigur til føroyameistararnar
KÍF fekk góða byrjan upp á hondbóltsárið, við at vinna stórsigur á Team Klaksvík
 
29.09.2013 - 12:20

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvar sigurin fór, tá KÍF og Team Klaksvík byrjaðu hondbóltskappingina í Kollafirði. Føroyameistararnir úr KÍF vóru oman á frá byrjan. KÍF vann heili 34-13. Hálvleiksstøðan var 19-5 til KÍF.

Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði flest mál fyri KÍF, hann skoraði seks ferðir. Rúni Joensen og Andrias Nielsen skoraðu fimm mál hvør.

Toppskjútti hjá Team Klaksvík bleiv Sámal á Tjaldrafløtti við fimm málum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037